2026-08-10 08:06
Løgreglan kannar eitt harðskapsmál frá Summarfestivalinum, sum varð fráboðað sunnudagin.
Sum skilst var talan um eina ósemju millum tveir menn, sum endaði við, at annar bleiv sligin.
Avhoyringar skulu nú gerast í málinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin er skuldsettur enn, og at órættaði ikki fekk álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald