Innanlands

Løgreglan kannar harðskapsmál í Havn

Ein persónur varð í gjárkvøldið handtikin fyri at hava sligið og skumpað ein annan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-09 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál, sum varð meldað um klokkan hálvgum átta í gjárkvøldið.

Ein persónur bleiv sligin og skumpaður, og viðkomandi fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan veit ikki, hvussu støðan hjá órættaða er, men ætlanin er at avhoyra viðkomandi seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Persónurin, sum framdi harðskapin, varð handtikin í gjárkvøldið, og hann er enn í varðhaldi hjá løgregluni. Ætlanin er at fáa hann grundlógaravhoyrdan, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder