Innanlands

Løgreglan kannar hending í Eysturoynni

Eitt par var nær við at fara til hendur á gøtuni í gjár. Maðurin, sum var ávirkaður, var handtikin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-14 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar eina hending, sum fór fram í Eysturoynni seinnapartin í gjár.

Talan var um eina illstøðu millum eitt par, sum nærum var farið til hendurs úti á gøtuni.

Fólk sóu hendingina og boðaðu løgregluni frá. Løgreglan kom á staðið og handtóku mannin, sum var ávirkaður og ólátaður.

Maðurin er framvegis á støðini í morgun, partarnir skulu avhoyrast, og støða skal takast til, um tað blívur til eina skuldseting fyri harðskap, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder