Innanlands

Løgreglan kannar møguligt harðskapsmál

Annars hevur náttin verið friðarlig, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-12 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt møguligt harðskapsmál frá náttini.

Talan er um eina hending uttanfyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn.

Onkur fekk skaða í høvdið og endaði á sjúkrahúsinum, men hvør orsøkin er til skaðan er ógreitt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan fer at avhoyra fólk, tá tey eru vorðin edrú, fyri at fáa greiðu á, hvat er farið fram.

Vaktleiðarin sigur, at náttin annars hevur verið rættiliga friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder