Innanlands

Løgreglan kannar prutl og skutarar

Tveir bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjár

2024-01-23 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan fer farin í gongd við eitt átak at kanna prutl og skutarar. Í hesum sambandi vóru tvær bøtur útskrivaðar í sambandi við kanning av prutlum í Eysturoynni.

Talan var um prutl, ið vóru “bygnaðarbroytt”, sum tað eitur á løgreglumáli nú. Tað merkir, at tey eru broytt soleiðis, at tey kunnu koyra skjótari enn loyvt er.

Eftir ætlan verða fleiri prutl og skutarar kannað í komandi døgum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Ferðsluløgreglan gjørdi í gjár ferðkanningar á landsvegnum millum Leynar og Leynatunnilin. Tveir bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 89 kilometrar um tíman og hin 104. Báðir bilførararnir fingu bót. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder