Innanlands

Løgreglan kannar tvey innbrot í Havn

Ein persónur er handtikin í sambandi við innbrot í einum handli í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-24 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni tvey innbrot, sum vórðu fráboðað í Havn í gjár.

Eitt var í einum handli, og eitt var í einum sethúsum. Tey vórðu fráboðað klokkan ávikavist 10 og 14 í gjár.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fær ikki sagt so nógv um innbrotini, tí tey verða framvegis kannað, og tey hava enn ikki heilt fingið greiðu á, hvat er stolið.

Ein persónur er handtikin fyri innbrotið í handlinum, og í hinum málinum eru spor at ganga eftir, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at innbrotini ikki hava samband við hvørt annað.

Løgreglan kannar eisini eitt harðskapsmál, sum varð fráboðað í Havn í gjárkvøldið. Ein persónur er handtikin í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder