Innanlands

Løgreglan kannar umfatandi herverk í Hvalvík

Herverk er framt inni í og uttanfyri ein virkisbygning á keiøkinum í bygdini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-19 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gerningsmenn hava veruliga gjørt um seg á kaiøkinum í Hvalvík í nátt. Innbrot og herverk skal vera framt í tíðarskeiðnum millum klokkan 20 í gjárkvøldið og í morgun klokkan 7.

Kanningardeildin hjá løgregluni hevur gjørt kanningar í økinum í dag. Løgreglan upplýsir fyri útvarpinum, at gerningsmenninir hava brotið inn í bygningin, og hava við einum trukki brotið eina stóra garasjuhurð og hava koyrt gjøgnum hana fleiri ferðir.

Eisini hava teir við trukkinum rent á ein bil við lyftu, sum stóð inni í bygninginum, og hann hevur fingið stóran skaða.

Millum annað hava gerningsmenninir eisini roynt at skumpa ein bil á sjógv, men einar 50 metrar frá bryggjukantinum hevur ein av bilhurðunum skorað seg fasta í ein tanga á keiini, og bilurin fór tí ikki á sjógv.

Tangin flutti seg so mikið nógv, at hann gjørdi skaða á ein bát sum stóð á landi, sigur løgreglan.

Løgreglan vil frætta frá fólki sum halda seg hava sæð nakað ella halda seg vita nakað um herverkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder