Seinastu vikuna hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um útlendsk ferðaløg í høgum og fjøllum, sum hava egnan ferðaleiðara við.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at tey nú fara at kanna um tað er nakað ólógligt í hesum.
Tí talan kann vera um nógvar lógir sum spæla inn. Tað er útlendingalógin, lógin um vinnuligaferðavinnu, lógin um hegn og markfred osv.
Fráboðaninar, sum eru komnar seinastu dagarnar, eru ikki í meginøkinum, men á útoyggjum í Norðoyggjum og í Mykinesi til dømis.
Sum skilst á løgregluni eru ferðafólkini og ferðaleiðararnir úr øllum heiminum. Eitt nú úr Asia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald