Innanlands

Løgreglan leitar eftir vitnum til innbrot

Stór peningaupphædd varð tikin úr Á handlinum við Landavegin í Havn mánanáttina.

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-09-22 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánanáttina millum klokkan 23.20 og klokkan 5 mánamorgunin var innbrot í matvøruhandlinum Á við Landavegin í Havn. Løgreglan heitir nú á almenningin um hjálp, um so er, at onkur hevur sæð virksemið nærhendis handilin mánanáttina, sum kann hjálpa til við uppkláringararbeiðinum.

Innbrotstjóvar eru komnir inn í handilin, millum annað við at bróta ein rút. Inni í einum skrivstovuhøli hava teir brotið eitt peningaskáp upp, og eru farnir avstað við eini ‘rættiligari stórari upphædd av kontantum pengum’, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

Løgreglan arbeiðir í løtuni við málinum. Onkrar vakmyndir eru at ganga eftir, men kortini er løgreglan serliga áhugað í at hoyra frá møguligum vitnum, sum hava sæð okkurt illgrunasamt.

Annars er løgreglan í løtuni sparin við at upplýsa nærri um, hvussu tjóvarnir hava borið seg at og hvussu nógvar pengar talan er um.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder