Fyrradagin varð boðað frá, at tað nú var mett ráðiligt at lata varisliga uppaftur, men at heilsufakligu myndugleikarnir kortini ikki hildu tað vera ráðiligt at náttarlívið hevði opið hetta vikuskiftið.
Orsøkin var, at tað enn ikki er fult tamarhald á verandi koronasmittuketum.
Men nógv skeinkistøð høvdu kortini opið í gjárkvøldið og í nátt. Summi stongdu langt áðrenn vanliga afturlatingartíð, eins og farna vikuskifti, meðan onnur høvdu opið til klokkan fýra, sigur løgreglan.
Vaktleiðarin á politistøðini upplýsir tó, at rættiliga lítið av fólki hevur verið í býnum í nátt, og at tey tí hava havt lítið at gera í hesum sambandi. Talan hevur sostatt verið um eina stak friðarliga nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald