Innanlands

Løgreglan: Minnist til vetrardekkini

Løgreglan heitir á bilførarar um at tryggja sær, at bilurin er skøddur til vetrarviðurskiftini.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-12 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti kavin og hálkan eru komin, og í hesum sambandi minnir løgreglan bilførarar á tryggja sær, at bilurin er skøddur til vetrarviðurskifti.

Sambært kunngerðini fyri nýtslu av dekkum frá 5. mai 2021, kunnu píkadekk nýtast frá 16. oktober til 14. mai, og frá 1. desember til 30. apríl, um hálka er, er ikki loyvt at nýta summardekk, um ikki ketur verða nýttar.

– Vetrardekk geva betri trygd og betri vegtak, tá kalt, hált og kavi er, sigur Føroya Politi, sum heitir á bilførarar um at koyra varliga.

Landsverk hevur í dag ávarað um hálku á fleiri støðum. Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder