Innanlands

Løgreglan: Náttin hevur verið friðarlig

Løgreglan hevur verið til staðar í Syðrugøtu í sambandi við G! Festivalin, og hevur hon m.a. kannað ferðsluna, men har var einki at finnast at

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-17 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta náttin hevur sum heild verið stak friðarlig, upplýsir løgreglan í morgun.

Løgreglan hevur verið til staðar í Syðrugøtu, har G! Festivalur hevur verið seinastu dagarnar.

– Vit hava roynt at verið sjónlig, so fólk skulu aftra seg við at seta seg í bilin, um tey hava drukkið, og nú tá fólk vakna á tjaldingarøkinum, fara vit at vera til staðar, og fáa fólk høvi at blása í alkometrið, um tey hava brúk fyri tí, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Hann sigur, at løgreglan hevur kannað ferðsluna í nátt, men einki var at finnast at. Eisini vórðu nakrir sjúkrabilar sendir til fólk, sum vóru komin illa fyri, men einki álvarsligt mál varð skrásett í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder