Innanlands

Løgreglan: Náttin hevur verið stak friðarlig

Í nátt hava nógv fólk verið í býnum í sambandi við Voxbotn og jóansøku, men kortini hevur verið stak friðarligt, verður upplýst av løgreglustøðini

Í gjár og í nátt var Vágsbotnur í Havn karmur um stóra konserttiltakið Voxbotn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í gjár og í nátt var Vágsbotnur í Havn karmur um stóra konserttiltakið Voxbotn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-26 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jóansøka er í Vági hetta vikuskiftið, og í gjár og í nátt var Vágsbotnur í Havn karmur um stóra konserttiltakið Voxbotn.

Slík tiltøk draga nógv fólk at sær, og plagar løgreglan at hava fitt av arbeiði í hesum sambandi, men hóast nógv fólk hava verið í býnum í nátt, hevur tað verið stak friðarligt.

Løgreglan upplýsir, at tey enn einki mál hava skrásett í sambandi við Voxbotn og jóansøku.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at einasta málið, tey hava skrásett er, at tveir bilførarar í høvuðsstaðnum vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring í morgun.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum, og tað sama hava samarittarnir, sum hava gjørt eitt fantastiska flokk arbeiði í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder