Innanlands

Løgreglan: Nógv hava ringt við ávaringum um stormskaðar

Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um ymiskt, sum liggur úti og kann verða tikið av vindinum, nú illveðrið stendur fyri durum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-09-14 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Illveður stendur fyri durum, og í hesum sambandi hava bæði løgreglan, bjargingarfeløg og sløkkilið heitt á fólk um at taka tað upp, sum liggur og sløðist.

Løgreglan sigur, sambært in.fo, at fólk hava tikið hesa áheitan í størsta álvara, tí nógv fólk hava ringt til tey at boða frá, at ymiskt liggur úti, sum kann verða tikið av vindi og tískil elva til skaða.

Sum heild er talan um byggipláss, har fólk ávara um, at plátur, byggipallar og annað stendur, sum kann fúka í vindinum. Løgreglan roynir tí at fáa fatur á teimum, sum vara av, fyri at fáa tey á staðið at tryggja tað, sum kann fara í vindinum.

Illveðrið verður av álvara yvir okkum seinnapartin, og tað verður ringast í kvøld og tíðliga í nátt. Í hesum sambandi hevur Strandferðslan eisini avlýst alt ferðasambandið seinnapartin í dag.

Í morgun boðar Landsverk frá nógvum vindi á hesum støðum:

  • Dalavegur til Viðareiðis  - Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Gjáarskarð - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Á Sandavágshálsi - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • við Velbastaðháls - Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Hvalba - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Stormur, í hvirlunum upp til 46 m/s
  • Porkerishálsur - Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder