Innanlands

Løgreglan og Tórshavnar kommuna: Koyrið ikki bil næstu tímarnar

Tað er sera ringt sýni og nógvir bilar standa fastir. Av stórum týdningi at fólk virða boðini so at tilbúgvingin, so sum sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding kunnu koma fram, har tørvur er á tí

2022-01-04 11:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fráboðan: Løgreglan og tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu heita staðiliga á fólk um ikki at koyra bil næstu tímarnar. Nærri kunning kemur seinni. Koyrilíkindini eru altso sera vánalig. Tað er sera ringt sýni, og nógvir bilar standa fastir .

Tað er av stórum týdningi, at fólk virða boðini, so at tilbúgvingin, so sum sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding kunnu koma fram, har tørvur er á tí. 

Hetta hevur so tær fylgjur, at fólk sum tørva hjálp til bilar, ið eru koyrdir fastir, ikki kunnu vænta at fáa hjálp í bræði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder