Átaksráðið var fyrrapartin hósdagin á fundi um støðuna í sambandi við, at fleiri veikleikar eru staðfestir í PHP. PHP er eitt forritanarmál, sum verður nýtt á nógvum heimasíðum og nettænastum.
Hesi "holini" hava elvt til stórar trupulleikar hjá nógvum heimasíðum kring heim, og eisini í Føroyum merkt til støðuna.
Sí eisini: Sprotin er framvegis óvirkin
Tó so metir man ikki, at síður og fyritøkur í Føroyum sum heild hava fingið stóran skaða vegna álopið:
- Felags metingin hjá myndugleikunum á fundinum er, at viðkomandi KT-veitarar, netumsitarar og stovnar av týdningi hava sett neyðug fyribyrgjandi átøk í verk, og at tamarhald er á støðuni.
Føroya Politi skrivar seint seinnapartin, at Enn eru ongar ábendingar um, at veikleikarnir eru misnýttir til álop á føroyskar heimasíður ella nettænastur.
- Órógvið, sum hevur verið á ávísum tænastum, stavar eftir tí upplýsta frá trygdarátøkum og dagføringum. Summar tænastur hava verið fyribils óvirknar, tí tær eru tiknar av netinum av trygdarávum, greiðir løgreglan frá.
Myndugleikarnir heita tó á veitarar og umsitarar av heimasíðum og nettænastum, sum ikki longu hava gjørt tað, um at gera hesini tingini: Kanna, um skipanir teirra nýta PHP, Dagføra PHP skjótast gjørligt, um so er og taka viðkomandi skipanir fyribils av netinum, um ikki ber til at dagføra beinanvegin.
Upplýsingar um dagføringar eru á heimasíðuni hjá PHP:
Nærri kunning um støðuna og neyðug trygdarátøk er at finna á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald