Innanlands

Løgreglan: Rættiliga friðarlig nátt

Eystanstevna og Country Festivalur er hetta vikuskiftið, men higartil hevur alt gingið friðarliga fyri seg, sigur løgreglan, sum tó hevur tikið ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoynni í nátt

Country Festivalur er á skránni hetta vikuskiftið, sum higartil hevur gingið friðarliga fyri seg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Country Festivalur er á skránni hetta vikuskiftið, sum higartil hevur gingið friðarliga fyri seg (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-11 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv er á skránni hetta vikuskiftið, m.a. Eystanstevna og Country Festivalur, men kortini hevur verið rættiliga friðarligt higartil, upplýsir løgreglan í morgun.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at Countryfestivalurin higartil hevur gingið friðarliga fyri seg, og hevur løgreglan einki havt at gjørt í hesum sambandi.

Løgreglan hevði eitt málrættað átak móti rúsdrekkakoyring í Eysturoynni. Eini 40 bilar vórðu steðgaðir, og í einum føri var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Eisini vóru tvær hendingar í býnum, har fólk vóru til ampa, og mátti løgreglan leggja seg uppí. Í eina førinum varð ein persónur handtikin, og hevur hann sovið rúsin av sær á løgreglustøðini. Viðkomandi er sloppin út aftur í morgun við einari bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder