
Løgreglan á Reykjanesi roynir nú at sperra økið av, har tað byrjaði at goysa fríggjakvøldið. Í gjár boðaði løgreglan frá, at økið næst við goskoppin í Geldingadali við Fagradalsfjall er stongt.
Orsøkin er fyrst av øllum tey nógvu forvitnu fólkini, sum eru farin langa gongutúrin til dalin fyri at síggja hetta náttúrufyribrigdið, skrivar RUV.
- Fólk hava sett seg í óneyðugan vanda, sigur løgregluovastin á Suðurnesi, Ulfar Ludviksson.
Í nátt hava umleið 140 bjargingarfólk ferið úti í økinum og leita og fyri at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri í ringa veðrinum. Fleiri av gongufólkunum vóru komin heilt illa fyri orsaka av kuldanum, verður upplýst.
Reyði Krossur hevur sett upp eina støð í Grindavík til at hjálpa fólki. RÚV skrivar, at 38 fólk vóru viðgjørd á hesi støðini í morgun, har tey vórðu hjálpt til tey vóru so mikið birg, at tey kundu klára seg sjálvi aftur.
Onki ella vánaligt telefonsamband er í fjøllunum á leiðini, og tí hava bjargingarliðini sera trupult við at fáa greiðu á hvussu nógv fólk eru har úti. Eitt nú hevur verið leitað eftir eigarum av bilum, ið hava staðið við vegjaðaran í nátt. Í morgun varð boðað frá, at bjargingarliðini enn ikki høvdu fingið samband við eigararnar av trimum bilum.
Enn er tó ikki frætt um fólk, ið eru komin álvarsliga illa fyri á ferð niðan til gosøkið.
Herundir kann fylgjast við gosinum beinleiðis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald