2021-11-24 10:56

Tað verður boðað frá nógvum vindi seinnapartin, og nú kemur løgreglan við áheitan á borgararnar.
Heitt verður á at rudda alt burtur sum liggur leyst uttanfyri húsini og kann fara á flog.
Eisini verður sagt frá hálku, so tað er at ansa sær, um farið verður út at koyra.
Veðurstovurnar hava boðað frá nógvum vindi, og í hvirlunum upp í kolandi storm. Síggj feskastu forsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald