
Orsakað av veðurforsøgnini, ið boðar frá nógvum vindi, heita vit á øll um at rudda leysar lutir rundanum egin hús og annars tryggja ognir eftir besta førimuni, skrivar løgreglan.
Sagt verður serliga frá ringum veðri millum klokkan 19 og 23 í kvøld.
Í kvøld skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s. Í nátt minkar hann vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt.
Løgreglan heitir á fólk um at fylgja við dagføringum á heimasíðuni hjá Landsverki. Hesar dagføringar síggjast eisini á forsíðuni á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald