Løgreglan hevur skotið og dripið ein mann, sum hevði knívi uppi á sær á Charles de Gaulle-flogvøllinum í franska høvuðsstaðnum Paris.
Tað upplýsir franska løgreglan á Twitter, sambært Ritzau tíðindastovuni.
Løgreglan var rólig og fekk tamarhald á einum persóni, sum var hóttandi og hevði knív uppi á sær, sigur franska løgreglan.
Ein ónavngivin kelda sigur við tíðindastovuna AFP, at hendingin fór fram í terminali 2F klokkan 8.20 í morgun.
Keldan sigur, at “ein heimleysur maður byrjaði at plága trygdarvørðar, og marknaløgreglan varð tilkallað fyri at fáa mannin burtur”.
Eftir hetta skal hann vera farin, og kom aftur við einum knívi. Tá varð hann skotin av einum av løgreglufólkunum, sum vóru har.
Charles de Gaulle-flogvøllurin er ein av teimum størstu í Evropa, og er eisini tann flogvøllurin sum Atlantsflog flýgur til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald