Innanlands

Løgreglan skuldsett tveir menn fyri innbrot

Annar maðurin var í málaradrakt. Tveir menn eru skuldsettir fyri innbrotið í FK í Klaksvík

(Mynd: Fk.fo)

(Mynd: Fk.fo)

2024-03-26 15:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur nú skuldsett tveir menn í málinum um innbrot í FK í Klaksvík sunnunáttina.

Tað veit útvarpið í dag.

Undir kanningunum fekk løgreglan illgruna til menninar, sum eru skuldsettir, men teir eru ikki varðhaldsfongslaðir.

Spor sum videoupptøkur og annað eru tryggjað, og hetta verður nú gjøgnumgingið.

Løgreglan sendi í gjár áheitan út, har sóknast vafr eftir vitnum. Upplýst var, at annar maðurin var í einari málaradrakt.

Innbrotið er framt sunnunáttina tann 24. mars umleið klokkan 02.30. Ein størri peningaupphædd er blivin stolin, sigur løgreglan.

[object Object](Mynd: Føroya Politi)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder