Innanlands

Løgreglan sóknast eftir bilførara sum rendi á í Eysturoyartunlinum

Klokkan hálvgun ellivu rendi ein reyður Toyota á ein annan bil við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum. Bilførarin valdi at koyra víðari tá tann í árenda bilinum ynskti at fáa samband

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-08-20 10:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan hálvgun ellivu hendi eitt lítið ferðsluóhapp við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum, og løgreglan vil nú frætta frá persóninum, sum rendi á.

Ein kvinna koyrdi við bili sínum frá Rókini og oman móti rundkoyringini undir Tangafirði. Tá hon bremsaði niður áðrenn rundkoyringina, rendi ein reyður Toyota aftanfyri í reyvina á bilinum.

Skaðarnir vóru ikki stórir, og báðir bilarnir koyrdu víðari og niðan á Strendur. Við tunnilsmunnan steðgar kvinnan, men reyði Toyota-bilurin, sum skal hava rent á koyrir framvið.

Tí leitar løgreglan nú eftir føraranum í hesum bilinum. Góð vakmyndatól eru í Eysturoyartunlinum, so tað verður helst ikki nakar trupulleiki at finna fram til rætta viðkomandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder