Innanlands

Løgreglan leitar eftir manni: Sóknast eftir vitnum

Í sambandi við stuldur av ryggsekki 27. juli sóknast løgreglan eftir vitnum. Brotsmaðurin verður lýstur at vera ljósur í húðini, millum 30 og 35 ár og hevur skeggstubbar

2019-08-26 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í samband við stuldur av ryggsekki frá persóni á gongubreytini á vegamótinum R.C. Effersøesgøtu/-Gripsvegur í Tórshavn 27. juli 2019, umleið klokkan 03.00, sóknast politiið eftir møguligum vitnum til tilburðin.

Brotsmaðurin verður lýstur soleiðis:
• Maður
• ljósur í húðini
• millum 30 og 35 ár
• Umleið 175 høgur
• vanligur av bygningi
• breitt andlit
• stutta pannu
• breiðar herðar
• ramligur
• myrkt, stutt hár
• skeggstubbar,
• ílatin gráa blusu ella t-shirt og
• 3/4 gráar joggingbugsur við grønum liti niðast.

[object Object]

[object Object]

Um tú kennist við brotsmannin út frá lýsingini, tekningini ella hevur sæð ryggsekkin, verður tú vinarliga biðin um at venda tær til politiið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder