
Einaferð mitt í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á gamla Viðareiðisvegnum.
Óhappið hendi einar 300 metrar frá bygdaskeltinum til Viðareiði, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Fráboðanin kom frá einum bilførara, sum kom framvið og fekk eyga á ein vøruvogn, sum hevði rent á grót, sum var lopið oman á vegin.
Eingin var at síggja í bilinum ella nærindis bilin. Løgreglan hevur tosað við eigaran, men hann fær ikki sagt løgregluni nakað um óhappið, og tí sóknast tey nú eftir vitnum, sum kunnu geva teimum upplýsingar um óhappið. Um onkur hevur sæð okkurt í sambandi við óhappið, vil løgreglan fegin frætta frá teimum.
Løgreglan hevur givið boð um at flyta bilin, sum er so illa farin, at nummarpláturnar máttu takast, og boð eru eisini givin um at rudda grótið av vegnum.
Myndina hevur Norðlýsið tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald