Innanlands

Løgreglan: Stak friðarligt í nátt

Skeinkistøðini lótu aftur klokkan 23, og hevur lítið av fólki verið í býnum, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-12 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta náttin hevur, eins og leygarnáttin, verið stak friðarlig, upplýsir løgreglan í morgun.

Skeinkistøðini hildu tilmælini og lótu aftur klokkan 23, og hevur lítið av fólki verið í býnum, og fólk hava skikkað sær væl.

Tó var løgreglan boðsend í sambandi við húsaófrið norðanfyri tíðliga í morgun, men talan var ikki um nakað álvarsamt, verður upplýst.

Fríggjakvøldið boðaðu skeinkistøðini í Havn og í Klaksvík frá, at tey fóru at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum og lata aftur klokkan 23 hvørt kvøld næstu tvær vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder