Í gjárkvøldið beint eftir klokkan 21 varð eitt lítið prutl steðgað í Vestmanna, har førarin vísti seg bert at vera 13 ára gamal.
13 ár er ov ungt at koyra á prutli, og tí verður eigarin av prutlinum skuldsettur fyri at loyva viðkomandi at brúka prutlið.
Prutlið bleiv eisini kannað, og vísti tað seg at verða bygnaðarbroytt, so tað kundi koyra 74 kilometrar um tíman - nógv skjótari, enn tær 30 kilometrarnar, sum tað hevur loyvi at koyra.
Pláturnar vórðu tí tiknar av prutlinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í Kvívík verður eisini boðað frá, at prutl eru til ampa og órógva náttarstøvnin hjá fólki, og tí er væntandi, at løgreglan fer at hava onkur átøk har, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at foreldur eiga at tosa við børn síni, sum koyra á prutli um at tala atlit til onnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald