Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið rættiliga friðarligt

Løgreglan hevur fingið onkrar fráboðanir um ófrið, men har hava ongar fráboðanir verið um fýrverksskaðar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-01 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært løgregluni hava fyrstu tímarnar av nýggja árinum verið rættiliga friðarligar.

Tað var ikki fyrr enn klokkan fýra, at fólk byrjaðu at síggjast niðri í býnum - hetta var helst orsakað av keðiliga veðrinum - og tað hevur gingið friðarliga fyri seg.

Løgreglan fekk tríggjar fráboðanir um ófrið, har løgreglan varð noydd a skilja fólk at, men har hava eingi harðskapsmál verið. Løgreglan hevur eisini hjálpt fólk til hús, sum hava verið ov drukkin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey ongar fráboðanir hevur fingið um fýrverksskaðar.

Har var ein fráboðan úr Hoyvík um eina neyðrakett, sum var lend á eina tekju, men hon var slóknað. Eisini fekk løgreglan eina fráboðan frá fólki, sum vóru eitt sindur stúrin um eitt bál á Skálafjørðinum, men tað hevði einki uppá seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder