Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið stak friðarligt

Nógv tiltøk hava verið um vikuskiftið, og nógv fólk hava verið í býnum, men kortini hevur náttin verið friðarlig, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-04 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv tiltøk hava verið um vikuskiftið, men fólk hava skikkað sær væl, og hevur alt gingið friðarliga fyri seg, sigur løgreglan í morgun.

Eitt nú er stevna á Sanda hetta vikuskiftið, og hevði løgreglan í hesum sambandi eitt málrættað átak móti rúsdrekkakoyring á Sandi. Nógvir bilar vórðu kannaðir, men einki mál varð skrivað, sigur løgreglan.

Í nátt varð ein bilførari í Havn tó tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Í høvuðsstaðnum vóru eisini nógv fólk í býnum, men kortini hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.

Løgreglan fekk tó tvær fráboðanir um larm – eina í Elduvík og eina í Klaksvík. Í báðum førum var talan um fólk, sum spældu ov harðan tónleik, og fór løgreglan á staðið at biðja tey um at sløkkja ella dempa tónleikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder