Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið stak friðarligt

Ein bilførari í Eysturoynni varð í gjár tikin fyri at koyra ov skjótt, og ein bilførari í Havn varð í nátt tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-16 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.

G! Festivalur er í Syðrugøtu hetta vikuskiftið, og er løgreglan eisini til staðar á økinum, men seinasta samdøgrið hevur løgreglan einki mál skrásett á G! Festivalinum, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki í Eysturoynni. Mest loyvda ferðin er 80, men hesin koyrdi 101 km/t.

Í nátt varð ein bilførari í Havn eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder