
Løgreglan hevur í nátt verið úti og tikið nummarplátur av bilum í miðstaðarøkinum. Talan er um bilar, har øll viðurskiftini ikki eru í lagi so sum manglandi trygging, vegskatt og sýn.
Í nátt vóru nummarplátur tiknar av 14 bilum í miðstaðarøkinum.
Akstovan upplýsti á heimasíðuni í síðstu viku, at stovnurin hevði latið politistøðunum kring landið 436 mál um vegskattaeftirstøður. Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.
- Tað er ongantíð betur um fólk fáa hetta í rætt lag, so tey ikki standa um morgnarnar, og ikki sleppa avstað við bilinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald