Innanlands

Løgreglan tók 13 sett av nummarplátum í nátt

26. oktober lat Akstovan løgregluni 629 mál um vegskattaeftirstøðu.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-09 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir

Løgreglan heldur fram at taka nummarplátur, eftir at Akstovan fyri tveimum vikum síðan lat løgregluni 629 mál um vegskattaeftirstøðu.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at løgreglan í nátt hevur tikið 13 sett av nummarplátum av bilum í Havn.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarpláturnar av akfarinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder