Innanlands

Løgreglan undrast á funnin klæði

Kennist nakar við einar stivlar og tveir jakkar, ið eru funnir við Borðoyavík?

2019-11-12 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan sendi í gjár mynd út av tveimum jakkum og einum stivlum ella skóm, ið eru funnin við Borðoyavík.

Hvør eigur hetta? spyr løgreglan í uppslagnum, sum vísir mynd av einum kovboyjakka, einum ’bobblujakka’ og einum skóm ella øklastúvlum.

Klæðini eru funnin á Hellisenda við Borðoyarvík, beint við steinin, ið verður róptur Kavisteinurin, verður sagt í fráboðanini.

- Vit undrast okkum á at hesi klæðini liggja har. Talan er um góð klæði, sum neyvan er ætlað at verða tveitt burtur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Orsaka av, at onkur mál liggja við horvnum persónum, so ynskir løgreglan nú at fáa hjálp at finna útav, hvaðani klæðini kunnu stava frá. Løgreglan hevur telefon 351448 og eisini ber til at ringja 114.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder