Innanlands

Løgreglan úr at gera við fullum fólki

Avdottin fólk og onnur sum komu til skaða, hava fylt arbeiðið hjá løgregluni seinasta samdøgrið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-30 10:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein vildi hildið, at tað ikki fóru so nógv fólk í býin, tá tað nú regnaði so illa sum í gjárkvøldið og í nátt.

Men tað sást ikki aftur hjá løgregluni, sum hevur havt úr at gera. Nøkur harðskapsmál vóru, men serliga hevur ordansmaktin havt nógv at gera við fullum fólki.

Fyrrapartin í gjár, ólavsøkudag, vóru fráboðanir um at fólk lógu avdottin ymsastaðni. Ein maður lá lutvíst á vegnum á krossvegnum Varðagøtu Brøttubrekku. Tá løgreglan kom fram og vakti mannin, valdi viðkomandi sjálvur at sleppa sær oman í býin aftur.

Tá ein persónur fór til arbeiðis gjáramorgunin lá ein avdottin maður á parkeringsplássinum. Áðrenn løgreglan kom fram, var maðurin komin fyri seg, og hevði ringt eftir mammu sínari, sum var komin eftir sær.

Nógv avdottin
Eftir midnátt vóru eisini fleiri fráboðanir um fólk, sum lógu avdottin. Løgreglan sigur, at samarittarnir eru til stóra hjálp, og teir vóru sendir at hjálpa fólki, sum vóru komin illa fyri.

Á dansistaðnum Luux var ein persónur dottin, og hevði smekkað høvdið í. Sjúkrabilur varð sendur á staðið.

Fleiri ungfólk vóru eisini funnin avdottin í gjárkvøldið og í nátt. Í slíkum førum, tá persónar eru undir 18, verður sosialrapport skrivað.

Beint áðrenn klokkan sjey kom fráboðan um ein mann, sum lá á Glade hjørn í miðbýnum. Hann var sera fullur, berføttur og var bara í skjúrtu. Heldur ikki var viðkomandi førur fyri at siga, hvør hann var.

Tvey ára gamalt barn mist foreldur síni burtur
Um nátturðatíð í gjárkvøldið var ein kvinna, sum hevði funnið eitt einsamalt tvey ára gamalt barn á Áarvegnum. Hon hevði roynt at leitað eftir foreldrunum, men tey vóru ikki til at finna í fólkamongdini. Ein patrulja varð send á staðið, men áðrenn tey komu fram, vóru foreldrini komin fram á barnið.

Í Runavík var málrættað átak gjørt móti rúsdrekkakoyring. 75 bilar vóru steðgaðir, men eingin sak kom burturúr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder