Innanlands

Løgreglan: Valplakatirnar kunnu vera vandamiklar í vindinum

Nógvar fráboðanar hava verið um valplakatir, ið eru ávirkaðar í vindinum

Fráboðanir eru í morgun komnar um valplakatair, við millum annað Eystara Ringveg, ið eru loysnaðar í vindinum

Fráboðanir eru í morgun komnar um valplakatair, við millum annað Eystara Ringveg, ið eru loysnaðar í vindinum

2019-08-26 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað av vindi hevur verið kring landið í nátt, og tað hevur havt við sær, at fleiri av teimum mongu valplakatum kring landið eru loysnaðar. Hetta hevur við sær, at tær eru dotnar á vegin og fúka í vindinum. Løgreglan upplýsir, at nógv fólk hava ringt um hetta í morgun. Millum annað er hetta hent á Velbastaðvegnum, í Kollfjarðardali og við Eystara Ringveg.

Av tí at allarflestu plakatirnar eru festar á veggjaplátur, so kann hetta vera til vanda fyri ferðslu og harvið fólk. Í summum førum eru plakatirnar ikki loysnaðar heilt, men løgreglan hevur givið valevnum ið eiga plakatirnar boð um at fara runt at taka sær av sínum plakatum og festa tær betri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder