Innanlands

Løgreglan: Verið ansin tá tit koyra við farmi

Tað kundi enda við eini vanlukku seinnapartin í gjár, tá okkurt feyk av einum treylara og rakti ein bil

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-01-11 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fór ein hending fram, sum kundi enda við eini vanlukku, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Talan var um ein bilførara, sum var farin úr Havnini og var áveg norðureftir. Tað var myrkt, nógvur vindur og ringt sýni.

Við Áir, møtir hann einum treylara, og í tí at bilurin og treylarin passera hvønn annan, merkir bilførarin, at okkurt rakar bilin nokkso niðarliga frammanfyri.

Bilførarin steðgar beinanvegin og fer út at kanna málið, og tað vísur seg, at tað var okkurt, sum er fokið av treylaranum, sum hevur rakt bilin.

Sambært løgregluni var nummarplátan leys, og kølarin er helst farin eisini. Men støðan hevði kunnað verið nógv meira álvarsom, um bilurin varð raktur meira ovarliga. Talan var eisini um ein royndan bilførara, og hann gjørdi tað rætta við at steðga á og kanna bilin beinanvegin.

Løgreglan veit ikki, hvør tað var, sum koyrdi treylaran, tí alt hendi so knappliga, at bilførarin sá ikki, hvør átti hann.

Løgreglan vil tí minna fólk á, at tey, sum koyra við farmi mugu vera ansin, serliga tá veðrið er, sum tað er í hesum døgum, og at tey eiga at tryggja farmin væl, so slíkar hendingar sum tann í gjár, ikki koma fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder