Fleiri fólk hava vent sær til løgregluna, eftir at løgreglan í gjár sóknaðist eftir vitnum í sambandi við innbrotið í Á-handlinum við Landavegin í Havn, men málið er enn ikki uppklárað.
Løgreglan kannar málið nærri og vil framvegis fegin hoyra frá fólki, sum vita okkurt, sum kann hjálpa teimum at loysa málið.
Innbrotið er hent náttina til mánadagin millum klokkan 23.20 og fimm um morgunin.
Tjóvarnir eru komnir inn í handilin við m.a. at bróta ein rút, og hava teir brotið eitt pengaskáp upp inni í einum skrivstovuhøli og hava stolið eina rættiliga stóra upphædd av reiðum peningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald