Uttanlands

Løgreglufólk ákærd fyri at hava dripið menningartarnaðan drong

Mettu 20 ára gamla Eric vera hóttandi. Lótu 25 skot av móti honum

2019-04-13 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein svenskur løgreglumaður er nú ákærdur fyri at hava verið orsøk til at ein 20 ára gamal menningartranaður drongur doyði. Tað upplýstu ákærumyndugleikarnir á einum tíðindafundi í gjár. Tveir onnur løgreglufólk eru eisini ákærd fyri at hava svikið í síni tænastu.

Málið snýr seg um drápið á 20 ára gamla Eric Torell síðsta summar. Hann hevði Down’s syndrom og autismu.

Hann varð skotin og dripin av svensku løgregluni í Stockholm 2. august í 2018. Uppi á sær hevði hann eitt leikuvápn. Sambært løgregluni vísti hann hóttandi atburð.

- Eg eri komin fram til at hesi trý løgreglufólkini, sum nú verða rættarsøkt, ikki hava gjørt teirra uppgávu, sum tey áttu. Um tey høvdu gjørt tað, høvdutey skilt, at Eric ikki var nøkur hóttan, segði ákærin Martin Tidén á tíðindafundinum í gjár.

Mamma drongin hevur sagt, at hann mentalt var á einum støði sum eitt trý ára gamalt.

- Eitt barn við Down’s syndrom og autismu. Hvussu kann tað vera hóttandi? Tað gevur onga meining, segði mamman, Katarina Söderberg, við svenska Aftonbladet eftir hendingina í august í fjør.

Til samans vórðu 25 skot latin av móti Torell.

Tey funnu skot í bakinum á honum eisini. Sambært ákæranum prógvar tað, at løgreglan helt áfram við at skjóta móti honum, eisini eftir at hann hevði vent sær.

Tað var ein kúla í rygginum, sum drap Torell. Løgreglumaðurin, ið er ákærdur fyri at hava dripið, skjeyt tað skotið.

Skottilburðurin hendi um fýra tíðina um morgunin, hósdagin 2. august í Vasastan miðskeiðis í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm.

Tveir tímar seinni, varð staðfest á sjúkrahúsinum, Eric Torell var deyður, skrivar TT tíðindastovan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder