Dómur varð á middegi sagdur í málinum um løgreglumann, sum hevur misnýtt sítt embæti.
Hann bleiv dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava misnýtt sítt embæti sum løgreglumaður. Tað hevur hann gjørt í trimum førum, og í tveimum førum var talan um blúnisbrot.
Tað veit miðilin Frihedsbrevet.fo, sum hevur fylgt málinum í rættinum í gjár og í dag.
Sambært ákæruritinum hevur 35 ára gamli maðurin skrivað til tríggjar ungar kvinnur um mál, sum ikki vóru til. Millum annað skrivaði hann til eina kvinnu á Instagram, og møtti henni á einum skeinkistaði, har hann "avhoyrdi" hana um eina hending í býnum. Hann spurdi eisini nógvar persónligar spurningar og snoddaði og føldi upp á kvinnuna.
Løgreglumaðurin noktar seg sekan, og hevur nú umhugsunartíð at kæra dómin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald