Innanlands

Løgreglumaður á ákærubeinkinum

Rættarmál móti løgreglumanni er fyri í Føroya rætti í dag. 35 ára gamli maðurin skal hava misnýtt sítt embæti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-22 09:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rættarmálið móti einum løgreglumanni, sum er ákærdur fyri í fleiri førum at hava misnýtt sítt embæti og forbrotið seg móti fleiri ungum kvinnum, byrjar í dag.

Tað skrivar Frihedsbrevet.fo.

Føroyska løgreglan er ógegnig í málinum, og tí er tað Den Uafhængige Politiklagemyndigheden, sum hevur kannað málið, og tað er Statsadvokaturin í Keypmannahavn, sum hevur reist ákæru móti manninum.

35 ára gamli maðurin skal sambært ákæruritinum hava skrivað til tær tríggjar kvinnurnar um mál, sum ikki vóru til. Millum annað skrivaði hann til eina kvinnu á Instagram, og møtti henni á einum skeinkistaði, har hann "avhoyrdi" hana um eina hending í býnum. Hann spurdi eisini nógvar persónligar spurningar og snoddaði og føldi upp á kvinnuna. 

Løgreglumaðurin noktar seg sekan.

Tveir dagar eru settir av í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder