
Eystari landsrættur staðfesti í gjár part av dómi í Føroya rætti í januarmánað í fjør mál um løgreglumann.
Hetta veit Frihedsbrevet, sum hevur fylgt málinum.
Nú 36 ára gamli løgreglumaðurin fekk í Føroya rætti 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at misnýta sítt embæti. Hann varð dømdur fyri at hava midnýtt sítt embæti í trimum førum og í tveimum av førunum var talan um blúnisbrot.
Men í Eystara landsrætti varð dómurin eitt sindur linari. Dómurin um 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing stendur við, og maðurin er framvegis dømdur fyri at hava misnýtt sítt embæti. Men tann eina ákæran um blúnisbrot fall burtur, tí nóg góð próvførsla var ikki, varð mett.
Maðurin missir starvið og sleppur ikki at arbeiða sum løgreglumaður aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald