Íslendski ríkisløgregluovastin boðaði í gjárkvøldið frá, at vandin ikki longur er eins stórur frá eldgosinum á Sundhjúksgíga nærhendis Grindavík, sum hann hevur verið. Í samráð við løgregluovastan á Suðurnesjum er tí tikin avgerð um at lækka vandastøðið, sum annars hevur verið á hægsta stigi síðan tað byrjaði at goysa hin 16. mars.
Ongin stórvegis broyting er tó í gosvirkseminum. Tað heldur fram at floyma grýti úr gosinum. Í løtuni floymir úr tveimum opum í sprunguni.
Sostatt bendir okkurt á, at javnvág er við at vera komin í streymin av grýti, ið floymir út undan Svartsengi-økinum. Íslendska veðurstovan, sum støðugt heldur eyga við støðuni, vil tó enn ikki staðfesta, at støðan er so, skrivar Ríkisútvarpið á netinum.
Men at vandastøðið er sett niður merkir ikki, at tað er vandaleyst at vera í økinum nærhendis eldgosið. Vandin fyri luftdálking vegna gass er framvegis til staðar, eins og vandin fyri, at eldur kemur í góðurin. Dømi er um, at luftin hevur verið dálkað á fleiri búøkjum á Suðurnesjum, skrivar RÚV.
Til ber at síggja beinleiðis myndir frá gosopunum á heimasíðuni hjá RÚV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald