Uttanlands

Løgreglustjóri bað um hjálp fleiri ferðir – fekk noktandi svar

Nógv finnast at løgregluni og handfaring teirra av álopinum í Washington D.C. mikudagin, men sambært løgreglustjóranum vóru tey ikki fyrireikaði til eitt álop

Trump viðhaldsfólk í Kongressini (Mynd: EPA)

Trump viðhaldsfólk í Kongressini (Mynd: EPA)

2021-01-11 18:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum høvdu ábyrgdina av trygdini í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum, noktaðu fleiri ferðir at senda boð eftir Tjóðarhirðanum áðrenn álopið á Kongressina mikudagin í farnu viku.

Tað sigur Steven Sund, løgreglustjóri við blaðið Washington Post.

Í kjalarvørrinum á álopinum í farnu viku, er Steven Sund biðin um at fara frá sum løgreglustjóri, og hann fer úr starvinum 16. januar.

Sambært fráfarandi løgreglustjóranum, bað han yvirmann sín um at senda boð eftir Tjóðarhirðanum, tí mann væntaði, at fleiri mótmælisfólk fóru at koma. Men hetta bleiv ikki gjørt.

Higartil hevur annars verið sagt, at fleiri fólk ikki vórðu sett inn at verja Kongressina, tí at eingin hevði biðið um tað. Men Sund sigur, at hann bað um at fáa Tjóðarhirðan til taks at hjálpa, um tað gjørdist neyðugt, men seks ferðir fekk hann noktandi svar.

At enda varð Tjóðarhirðin boðsendur, men ikki fyrr enn fólk longu høvdu trokað seg inn í Kongressina.

Nógv finnast at løgregluni fyri handfaringina av álopinum. M.a. hevur komandi amerikanski forsetin, Joe Biden sagt, at løgreglan hevði borið seg øðrvísi at, um talan hevði verið um eitt nú litt fólk ella fólk úr Black Lives Matter-rørsluni, skrivar Ritzau.

Men fráfarandi løgreglustjórin sigur, at løgreglan hevði fyrireikað seg til eitt mótmælistiltak fyri talufrælsi og ikki eitt harðligt álop á Kongressina, sum tað endaði  við. Hann segði seg ongantíð hava upplivað nakað líknandi í teimum 30 árunum, hann hevur verið løgreglumaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder