2020-01-22 09:55

Eftir nakrar vikur jólafrí, kemur løgtingið saman aftur í dag.
Fýra fyrstu viðgerðir eru á skránni í dag. Fyrst trý lógaruppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, sum snúgva seg um smærri broytingar í skatta- og meirvirðislóggávuni.
Fjórða málið er eitt uppskot til samtyktar frá Bjarna Hammer, tingmanni hjá Javnaðarflokkinum, um at heit á landsstýrið at stovna eitt alment partafelag til at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11. Tingfundur er eisini lýstur at vera í morgin klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald