Innanlands

Løgtingið eigur ikki avgerðina um radaran

Landsstýrisfólkið tekur avgerðina eftir samráð við uttanlandsnevndina. Løgmaður og Jenis av Rana hava hildið fólkið fyri tað turra spott, heldur løgtingsmaður

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-05-06 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er landsstýrisfólkið og landsstýrið einsamalt, sum eiga endaligu avgerðina um at geva loyvi til at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum.

Hetta tí, at talan ikki er um ein millumtjóðasáttmála, men um viðurskifti Føroya og Danmarkar ímillum av stórum uttanríkispolitiskum týdningi.

Soleiðis sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum í einum skrivligum svari til Bjarna K. Petersen, løgtingsmann fyri Framsókn.

Løgtingsmaðurin spurdi Jenis av Rana um málið um radaran var at meta sum eitt mál, ið skal viðgerast eftir grein 52 í stýrisskipanarlógini.

Henda grein snýr seg um sáttmálar við onnur lond. Slíkir sáttmálar skulu leggjast fyri løgtingið til góðkenningar.

[object Object]Jenis av Rana (Savnsmynd)

Mál av serligum uttanríkispolitiskum týdningi
Men Jenis av Rana sigur í svarinum, at hetta málið ikki er fevnt av hesi greinini í stýrisskipanarlógini. Tað er hinvegin fevnt av grein 54, og tá skal løgtingið ikki góðkenna avtaluna.

“Hetta tí at avgerðin tekur støði í  samráðingum um eitt mál, ið hevur týdning fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum og eitt mál, ið hevur uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar”, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

Jenis av Rana vísir á, at tvær ráðførslur og eitt samráð hava verið við uttanlandsnevndina í hesum málinum, og leggur afturat, at “endalig avgerð verður í fyrsta lagi tikin eftir enn eina ráðførslu”.

Grein 54 í stýrisskipanarlógini sigur, at løgtingið velur eina uttanlandsnevnd, “

sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning”.

Í øðrum stykki verður nágreinað, at landsstýrið skal “ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum”.

[object Object]Bjarni K. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Halda fólk fyri tað turra spott
Bjarni K. Petersen, løgtingslimur er als ikki nøgdur við svarið frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum, sum sigur at løgtingið ikki skal atkvøða um hetta málið.

Í eini dagføring á Facebook í dag skrivar hann millum annað:

- Tað stendur altso eftirhondini sera greitt, at tað verður Jenis av Rana sum fer at hava endaligu avgerðina í mun til radaran. Tað er eisini tí at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, hvørja ferð teir hava fingið spurningin, hava svarað, at "avgerðin verður tikin í Føroyum".

- Tað teir sjálvandi hava meint við, er at Jenis av Rana og Bárður á Steig Nielsen skulu taka avgerðina, sigur Bjarni K. Petersen, og leggur afturat.

- Teir hava altso keypt sær tíð til at koma so langt í prosessina, áðrenn fólk rakna við og fanga tað, at hendan avgerðin er tikin fyri langari tíð síðani, og at nú skal tað bara spæla so friðarliga av sum til ber, væl vitandi hvussu ópopuler hendan avgerðin veruliga er millum Føroya fólki.

Bjarni K. Petersen heitir á fólk um at gera vart við seg, um tey eisini eru ónøgd við hesa avgerðina.

- Um tú heldur at nokk er nokk, og at tú ikki finnur teg í at Jenis av Rana og Løgmaður halda fólki fyri tað turra spott við einum spæli fyri gallarínum, so haldi eg at tú skal gera vart við tína ónøgd.

- Eg fari so ikki at lata hetta ganga framvið, skrivar Bjarni K. Petersen millum annað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder