Innanlands

Løgtingið kallað saman

Verkfallið endar nú í løgtinginum. Kallað er inn til tingfund í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-01 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið er kallað saman á tingfund í morgin klokkan 11:30, og fer tá at viðgera verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Sjúkrarøktafrøðingarnir hava boðað frá, at tey undantøkini, sum annars hava verið í gildi, ikki verða longd eftir klokkan 16 í morgin, og stendur tað við, er lív og heilsa í vanda í Sjúkrahúsverkinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið fyrr í kvøld, at tað kann hann ikki góðtaka.

Hann vónaði at partarnir fóru at samráðast aftur, men nú bendir alt á, at løgtingið fer at blanda seg upp í verkfallið.

Sambært keldum hjá Dimmlætting er ætlanin tó ikki at blanda seg meira í verkfallið meira enn so, enn at bara seta undantøkini framhaldandi í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder