
Eftir ein vetrarstøðg í løgtingsarbeiðinum, er tingið kallað saman til løgtingsfund aftur í dag klokkan 14.
Hóast tað liggja nøkur uppskot, sum longu eru framløgd og eru klár til fyrstu viðgerð, so er einans framløga á skránni til fundin í dag. Tey uppskotini, sum liggja klár til fyrstu viðgerð, eru sett á skrá til tingfundin, sum verður hósdagin.
Eisini í morgin er kallað til fundar í løgtinginum har munnligir fyrispurningar til lanndsstýrisfólkini eru á skránni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur fyrr sagt, at á hesum fundinum er ætlanin at hava nevndarval á skránni. Bíðað hevur verið í spenningi eftir hvussu Javnaðarflokkurin fer at skipa sínar nevndarsessir eftir útskiftingina í landsstýrinum, sum var í heyst.
Talan er um at geva Ingilín D. Strøm, tingkvinnu, ein ella fleiri nevndarsessir, sum samsvara til hennara støðu sum tann, sum fekk næstflestar atkvøður á javnaðarlistanum á løgtingsvalinum seinast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald