
Løgtingsárið 2021 endaði á dramatiskan hátt 20. januar, tá málið sum sammóður varð samtykt við triðju viðgerð.
Tá vóru politiskir brotasjógvar, og teir vóru áhaldandi vera í samgonguni - íhvussu er í áleið eina viku - og støðan hevur havt stóra ávirkan á serliga Fólkaflokkinum.
Tá Løgtingið kemur saman aftur 25. januar verða Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard allarhelst millum tey, ið vera í salinum. Løgmaður gjørdi í desember greitt, at Fólkafloksfólkini ikki sleppa aftur í sínar landstýrissessir, ið tey fóru úr fyri at fara í Løgtingið at atkvøða fyri málinum um sammøður, og sum ávíkavist Sólvit Emilsson Nolsøe og Árni Skaale nú sita í.
Tvey mál standa á skránni til tingfundin 25. januar, ið eftir øllum at døma verður tann fyrsti í 2021: 2. viðgerð av uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini, ið Tjóðveldi legði álit fram um undan jólum, og fyrsta viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað). Hetta verður beint í Fíggjarnevndina eftir viðgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald