Innanlands

Løgtingið samtykt at leggja uppí verkfallið

Atkvøtt var við aðru viðgerð fyri løtu síðani. 19 atkvøddu fyri og sjey ímóti. Triðja og seinasta viðgerð verður klokkan 20

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-02 19:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 20 verður triðja og seinasta viðgerðin av uppskotinum frá landsstýrinum um at leggja uppí verkfallið og við lóg at fáa neyðugar sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis aftur í Sjúkrahúsverkinum.

Atkvøtt var við aðru viðgerð fyri løtu síðani, og 19 atkvøddu fyri og sjey ímóti. Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Kaj Leo Holm Johannesen atkvøddu ímóti, meðan samgongan umframt restina av Sambandsflokkinum atkvøddi fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder