
Málið um efturgjørdan gitnað var fyri í løgtinginum í vikuni. Tað elvdi til heilt fitt av kjaki - serliga í sjálvum løgtingssalinum.
Meirilutin metti hetta vera eitt nátúrligt fet og umráðandi í mun til jøvn rættindi, meðan løgtingslimir úr serliga Miðflokkinum og Fólkaflokkinum, og eisini nakrir úr Sambandsflokkinum, ávaraðu.
Hetta var serliga í mun til tað, at nýggja lógin er nærum margfaldað úr Danmark, at hon kann hava onkrar keðligar avleiðingar við sær, og at lógin ásetur, at sáðdonarar hava rætt at vera heilt ónevndir. Hetta ger, at eitt barn seinni í lívinum ikka bara so kann finna útav, hvør viðkomandi er.
Soleiðis er lógin í Danmark, men millum annað er hon broytt aftur til navngivið í Noreg
Greiðar ásetingar
Lógin um eftirgjørdan gitnað skal skipa viðurskiftini í Føroyum viðvíkjandi viðgerð fyri barnloysi.Hetta er fyrstu ferð viðgerð fyri barnloysi verður skipað við lóg í Føroyum.
Í lógini eru greiðar ásetingar um rættindi og karmar fyri viðgerðina, staðfestir Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari.
- Nú fáa pør og stakar kvinnur, ið hava tørv á hjálp at gerast foreldur, lógartryggjaðan rætt til viðgerðina. Samstundis fær heilsuverkið greiðar karmar og ábyrgd at virka undir, og tað verður tryggjað, at viðgerðin verður veitt eftir lógarfestum reglum.
Millum annað er ásett í lógini, at viðgerðin fyri barnloysi verður framd í Sjúkrahúsverkinum eftir ávísum treytum – eitt nú fáa pør og stakar kvinnur rætt til viðgerð til tvey børn, og kvinnan skal ikki verða eldri enn 45 ár, tá viðgerðin byrjar.
Landsstýriskvinnan í Heilsumálaráðnum fegnast á heimasíðuni hjá egna aðalráðið um, at eitt so týdningarmikið og persónligt øki nú er skipað í lóg:
Eftir at uppskotið varð samtykt við 3. viðgerð hevur millum anna LGBT Føroyar verið úti og fegnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald